2018-12-10 22:50
Í hesum tíðum verður nógv hara skotin, og seinastu dagarnir hava bjóðað upp á kulda, og tá er ofta gott at skjóta.
Tað er tó so skjótt, at okkurt kann henda í kava, og á á Sandfelli, sum er í Elduvík, var ein harumaður gliðin seinnapartin.
Hetta skrivar heimasíðan jn.fo í kvøld.
Boð vóru send eftir bjargingartyrluni, sum kom eftir manninum og flutti hann á Landssjúkrahúsið. Maðurin hevði meitt sær annan fótin og fekk ikki gingið, upplýsir vakthavandi á MRCC-støðini fyri jn.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald