Í mars mánað í fjør varð 69 ára gamli filmsframleiðarin Harvey Weinstein dømdur 23 ára fongsulsrevsing fyri neyðtøku og kynsliga valdsgerð, og nú hevur hann kært dómin, skrivar B.T.
Sakførarar hjá Weinstein hava, sum skilst, latið inn eitt kærumál á 165 síður. Høvuðsorsøkin til, at dómurin verður kærdur er, sambært kærumálinum, at Weinstein ikki fekk eina rættvísa viðgerð í rættinum.
Harvey Weinstein varð dømdur sekur í februar 2020, og revsingin varð kunngjørt í mars sama árið. Longu beint eftir, at hann varð funnin sekur í rættinum, boðaðu sakførarar hansara frá, at hann ætlaði at kæra málið.
Weinstein varð dømdur fyri at hava gjørt seg inn á ein av fyrrverandi starvsfólkum hansara, Mimi Haleyi, í 2006, og fyri at hava neyðtikið sjónleikarakvinnuna Jessica Mann í 2013. Talið á kvinnum, ið hava lagt Weinstein undir at hava framt neyðtøku ella kynsligan ágang, liggur tó um tey 75.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald