Innanlands

Hava fingið umleið hundrað fráboðanir síðani klokkan seks í gjárkvøldið

Veðrið hevur sera ringt og hevur millum annað serliga gjørt seg galdandi í Leirvík. Tíbetur er ikki nakar fráboðaður fólkaskaði - løgreglan mælir í løtuni fólki frá at fara út at koyra

Talan hevur verið um allar møguligar materiellar skaðar, har náttúrkreftirnar hava gjørt seg inn á serliga bygningar (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Talan hevur verið um allar møguligar materiellar skaðar, har náttúrkreftirnar hava gjørt seg inn á serliga bygningar (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2023-02-08 07:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur verið heilt ringt veður síðani seinnapartin í gjár, og tað er framvegis nógvur vindur kring landið - í roynd og veru er veðrið verri nú enn í gjárkvøldið.

Sagt verður frá hvøssum stormi í hvirlunum nógvastaðni, og koyrlíkindini eru sera vánalig. Tá vit tosaði við vatkleiðaran á løgreglustøðini í Havn stutt fyri klokkan sjey, varð ein fráboðan send út í somu løtu, har løgreglan mælir frá koyring yvirhøvur næstu tímarnar.

- Tað eru sera vánalig koyrilíkindi um alt landið. Vit mæla frá allari koyring fram til áleið kl. 09.00/10.00 í dag.

Les eisini: Mæla frá allari koyring

Vóna verður at tað byrjar at batna um einar tveir tímar. Vindurin hevur gjørt um seg serliga seinastu stóru tólv tímarnar. Vaktleiðarin sigur, at síðani klokkan seks í gjár eru upp ímóti hundrað fráboðanum komnar til løgregluna viðvíkjandi veðriðnum. 

- Vit hava sitið fýra fólk í alla nátt her á støðini og svarað telefonum; non-stop.

Tíbetur er eingin fólkaskaði ímillum allar fráboðanir, staðfestir vaktleiðarin eisini. Talan hevur verið um allar møguligar skaðar, har náttúrkreftirnar hava gjørt seg inn á serliga bygningar: Koppaðir hjallar, hurðar trýstar inn, vindeygu trýst, klædningur rivnir leysir, koppaðir bilar, tramolinir o.a farið á flog og so víðari.

Les eisini: 
Í hvirlunum upp í 54 metrar um sekundið
Takplátur fuka í vindinum í Sørvági

Hóast fólk hava bundið fast, so er ymiskt farið, tí vindmegin hevur verið so stór. Vindurin hevur serliga gjørt um seg í Leirvík, harfrá heilt nógvar fráboðanir eru komnar, men tað hevur verið úr øllum landinum, at fólk hava ringt, greiðir vaktleiðarin frá. 

Sløkkilið og onnur hava harvið havt úr at gera. Vónað verður, at um einar tveir tímar er veðrið batnað munandi, so tað til dømis er tryggjari at koyra. Skúlagongd ymsastaðni í landinum er fyribils avlýst/útsett.


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder