Ein argentinskur kavbátur, sum í fjør hvarv við allari manningini á 44 mans í Suðuratlantshavi, er nú funnin.
Tað upplýsir argentinska sjóverjan sambært tíðindastovunum AP og AFP.
Kavbáturin ARA San Juan er funnin á 800 metra dýpi út fyri hálvoynna Valdes í landslutinum Patagonia.
Tað var eitt fjarstýrt far frá amerikanska leitingarskipinum Ocean Infinity, sum fann kavbátin. Leitingarskipið er leigað til uppgávuna.
Boðini komu fáar dagar eftir, at familjurnar hjá teimum horvnu sjófólkunum hildu eina minningarstund í sambandi við ársdagin fyri sorgarleikin 15. november 2017.
Nógv varð gjørt fyri at finna kavbátin. Men tað var eitt stríð móti klokkuni, tí kavbáturin bert hevði súrevni til at halda manningini á lívi í sjey dagar.
Tá tey sjey samdøgrini vóru farin, kom fram, at ein spreingin varð skrásett tann dagin, báturin seinast lat frætta frá sær.
ARA San Juan varð bygdur í Týsklandi og varð tikin í brúk miskeiðis í 1980’unum, og seinni umvældur í tíðarskeiðiðnum millum 2008 og 2014. Í hesum sambandi varð nýggjur motorur settur í og battaríini skift út.
Tá flotin misti sambandið við kavbátin, varð hann staddur um 450 kilometrar frá argentinsku strondini. Báturin var á veg úr Ushuaia í sunnara parti av Argentina til herflotastøðina í Mar del Plata.
Enn er einki sagt, hvørt ætlanin er at royna at bjarga bátinum, ella um tað yvirhøvur er møguligt á slíkum dýpi, skrivar Ritzau.
Les eisini: Argentinski herflotin steðgar bjargingarroyndini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald