placeholder
Innanlands

Hava funnið leivdir av víkingaskipi í Noreg

Mett verður at tað er 1000 ára gamalt ella eldri

Víkingaskipið varð funnið á oynni Edoy

Víkingaskipið varð funnið á oynni Edoy

2019-11-22 09:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á oynni Edoy í Smøla kommunu hava fornfrøðingar funnið leivdir av einum skipið, ið fornfrøðingar siga er eldri enn 1000 ára gamalt, hóast einki endaligt kann sigast um tíðarfestingina enn. Tað skrivar NRK. Edoy verður í løtuni kortlagt, og tað í hesum sambandi, at hetta er varnast.

Í Noreg siga fornfrøðingar og politikkarar, at hetta er ein umráðandi finning. Edoy liggur við innsigligina til Trónheim, og her stóð Haraldur Hárfagri, sambært fleiri søgufrøðingum, á odda fyri tveimum sjóbardøgum, ið leiddu til, at hann tók valdið í Noreg í endanum av 800-talinum. Haraldur Hárfagri verður roknaður sum stovnari av Noreg, og navið hava teir allarflestu føroysku skúlanæmingarnir helst hoyrt.  

Júst hetta økið er ógvuliga søguríkt og mentanartíkt, og væntað verður at nú tøkniliga menningin bara veksur fara fleiri slíkir umráðandi søguligr lutir at verða gravaðir fram.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder