Innanlands

Hava kallað til eykabýráðsfund um barnaansing í Hoydølum

Tvey mál um virksemi í Hoydølum eru á skránni á eykabýráðsfundinum hjá Tórshavnar Býráð í dag

2019-01-16 11:17 Author image
Ari av Rana
placeholder

Eykabýráðsfundur verður í Tórshavnar býráðið klokkan 16:30 í dag. Tvey mál eru á skránni.

Tað eina málið á skránni er leigumál av stóru lonini í Hoydølum til fyribils dagsstovn. Tórshavnar kommuna fer at skipa dagstovn í Hoydølum, til tess at loysa bráðfeingis tørvin á dagstovnaplássum. Kommunan hevur gjørt avtalu við Mentamálaráðið um at leiga skúlalonina í Hoydølum fram til árslok 2020.

Les meira: Hoydalar brúkast til bráfeingis barnaansing

Hitt málið á skránni er umsókn um keyp av øki í Hoyvík til bygging av biogassanleggi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder