Uttanlands

Hava nú funnið svarta kassan

Indonesisku myndugleikarnir hava funnið svarta kassan hjá flogfarinum sum datt niður mánadagin

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-11-01 12:57 Author image
Ari av Rana
placeholder

Indonesisku myndugleikarnir hava nú funnið og bjargað tann eina svarta kassan hjá Lion Air flogfarinum, sum datt niður í havið út fyri Indonesia. Flogfarið datt niður bert 13 minuttir eftir at tað var farið á flog frá flogvøllinum í Jakarta.

Umborð á øllum flogførum eru tveir svartir kassar. Tann eini goymir alla data, eitt nú kós og ferð, og ein sum tekur upp alt ljóð frá stýrihúsinum. Enn er ikki vist hvør kassi er funnin.

Kavarar vóru noyddir at grava kassan upp úr móru á havbotninum. Sambært indonesisku myndugleikunum liggur flogfarið á 35 metra dýpi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder