2019-04-08 08:28
Reiðarafelagið og tey trý manningarfeløgini, Fiskimannafelagið, Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið, hava til klokkan 13 í dag at svara semingsuppskotinum, sum Semingsstovnurin legði fyri partarnar leygardagin.
Sáttmálin millum partarnar fór úr gildi 1. apríl, og 28. mars varð Semingsstovnurin boðsendur, tí at einki semja var í væntu.
Semingsstovnurin útsetti eitt møguligt verkfall í eina viku, til á midnátt í kvøld.
Kringvarpið skrivar, at partarnir hava til í seinasta lagi klokkan 13 í dag svara, um tey góðtaka ella vraka semingsuppskotið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald