Nú stundar av álvara til jóla, og í ár fer Havnar Sjónleikarfelag á pall við einum nýskrivaðum jólaleiki. Nicolaj Falck hevur skrivað jólaleik til tey smærru børnini, men sjálvandi er leikurin eisini fyri vaksin, tí hesa ársins tíð eru flest okkara barnsliga sálir.
Hvussu halda vit tey bestu jólini? Skulu jólini vera fullkomin? Og hvussu eru tey fullkomnu jólini? Eru jólini vorðin so handilslig, at vit vaksnu í veruleikanum eru verri enn børnini?
Vit kenna helst øll til, at jólamánaðurin er stuttur, tiltøkini eru mong og alt skal náast. Og av ymsum orsøkum er skjótt at gloyma, at jólini í veruleikanum ikki snúgva seg um gávur, men um nærleika og hugna.
Felagið er sera fegið um at seta henda leikin upp, soleiðis at okkara tilboð í 100 ára haldinum eisini umfatar børnini.
Leikurin, sum er um huldufólk og vættrar, er ætlaður teimum minstu børnunum, við teimum eginleikum, sum tey minstu halda er stuttligt.
Huldufólk og vættrar hittast einaferð um árið at gera fortreð og arga hvønn annan. Men saman gera tey, at jólagleðin verður funnin.
- Havnar Sjónleikrfelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald