
Heathrow floghavnin í London er stongd fyri ferðafólkum í dag, eftir at eldur kyknaði í einari transformarastøð, og floghavnin misti streymin.
Umleið 70 sløkkiliðsfólk vórðu send út at basa eldinum.
Við atliti til trygdina bæði hjá ferðafólkum og starvsfólkum á floghavnini, er avgerð tikin um fyribils at steingja floghavnina inntil á midnátt, skrivar Ritzau.
Tvær aðrar floghavnirnar í bretska høvuðsstaðnum, Gatwick og Stansted taka ímóti flogførum, sum skuldu havt lent í Heathrow í dag, men tær klára ikki at taka ímóti øllum.
Gatwick og Stanstead eru munandi minni enn Heathrow, sum er ein av størstu floghavnum í Evropa.
Eftir ætlan hevði Heathrow floghavn 1.351 komur og fráferðir í dag, og mett verður, at upp móti 291.000 ferðafólk skuldu ferðast um bretsku floghavnina í dag, skrivar Reuters.
Sambært DR boðar sløkkiliðið frá, at tamarhald er á eldinum.
Dagførd kl. 9.36
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald