Innanlands

Heðin Mortensen: - Annika manipulerar við tølunum

Býráðslimurin vil vera við, at borgarstjórin í Havn sleingir um seg við milliónatølum, sum einki hald hava í veruleikanum

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2018-07-23 08:31 Author image
Oda Strøm
placeholder

- Hatta er orðini, nú Annika Olsen, við grovari manipulatión av veruleikanum roynir at leggja undanfarna býráð undir at hava brúkt pengar til einkis upp á tvíhøllina á Hálsi – og tað enntá ímóti betri vitandi! Grov manipulatión er tað, tí tølini hava púrt einki hald í veruleikanum, men verða bara slongd út, so tað enn einaferð skal bera til at seta undanfarna býráð í ringt ljós, heldur enn at vísa á okkurt hendinga úrslit hjá sær sjálvum.

Soleiðis svarar Heðin Mortensen, fyrrverandi borgarstjóri í Havn, Anniku Olsen aftur, nú hon hevur funnist at fyrrverandi býráðssamgonguni, ið í 2015 samtykti at byggja Høllina á Hálsi um.

- Tað er ein stór skomm, at vit sum høvuðsstaður ikki kunnu hýsa okkara egnu landsdystum í einari nýggjari høll, sum hevur kostað skattgjaldaranum 80 mió kr. Tá man visti av, at hon ongantíð kundi verða brúkt til altjóða dystir, er tað púra óskiljandi, at man ikki tók hædd fyri fyri hesum, tá man fór undir at byggja eina so kostnaðarmikla høll, segði Annika Olsen fyri nøkrum døgum síðan. 

Heðin Mortensen vil vera við, at Tórshavnar kommuna ongar 80 milliónir krónur hevur brúkt upp á at útbyggja høllina á Hálsi til tvíhøll. Tvørturímóti eru játtaðar knappar 51 milliónir krónur til útbyggingina í 2016 og 2017, og um tær sjey milliónirnar til flytiligu áskoðaraplássini verða taldar við, er samlaða upphæddin góðar 57,8 milliónir krónur.

- Tað, sum veruliga er skomm í øllum hesum, er ikki høllin ella vantandi góðkenningin av henni til stórar altjóða dystir, men at Annika Olsen, borgarstjóri, ikki leggur í at brúka tey tøl, hon hevur alla atgongd til sum hægsti kommunali leiðari í høvuðsstaðnum, men heldur velur at fabrikera síni egnu tøl, ið rigga betur sum sverta av teimum, ið altso hava gjørt nakað, svarar Heðin Mortensen í lesarabrævi. 

Les lesarabrævið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder