Mentan

Heðin Mortensen ein seym frá stóra vinninginum

Borgarstjórin í Havn var fjarritari fyri konuna, Hjørdis. Tað var spennandi, men tá avtornaði sótu tey eftir við 12.500 krónur

(Skíggjamynd: Kvf)

(Skíggjamynd: Kvf)

2021-01-15 20:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum ringdi inn til Gekkin í kvøld við fullari plátu. Hann segði seg vera fjarritara fyri konuna, Hjørdis, og hann mundi syrgt fyri, at 350.000 krónur fóru av milliónini, sum var uppá spæl.

Í fyrsta snari lendi hann á 12.500 krónum, sum varð faldað við trý, og gav honum 37.500 krónur. Hjørdis valdi umvegis fjarritaran at royna einaferð afturat.

Í øðrum snari lendi hann á 10.000 krónum, sum gav 20.000 krónur. Tey valdu at royna eynduna eina síðstu ferð.

Og tá mundi eydnast, og tí hjólið fór ein seym framvið bláa leypinum, sum hevði tryggjað teimum 350.000 krónur. Men 12.500 krónur eru eisini pengar.

- Ja, tað er óført, segði Heðin Mortensen, sum kann royna aftur næsta fríggjakvøld, tá Gekkurin verður 1,1 millión krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder