Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum varðar av Landsverki, hevur gjørt av at seta í verk eina gjøgnumgongd av byggimálinum fyri Glasir beinanvegin.
Tað skrivar Samferðslumálaráðið í tíðindaskrivi seinnapartin.
Gjøgnumgongdin skal fevna um:
- tilgongdina frá fyrireiking og samtykt av byggiverkætlanini
- fígging, játtan og nýtslu í samband við byggingina
- hví týðandi byggimanglar tykjast vera, eftir at skúlin er tikin í nýtslu
- hví fráboðan um manglandi játtan nústani kemur
Endamálið við gjøgnumgongdini er at fáa staðfest, um luttakandi partar í verkætlanini hava røkt sínar uppgávur á nøktandi hátt.
Niðurstøða verður gjørd í málinum innan tvær vikur, verður sagt út Samferðslumálaráðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald