Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, stillar upp til fólkatings- og løgtingsvalið. Tað gjørdist greitt á uppstillingarfundinum hjá Norðstremoyar Fólkafloksfelag mikukvøldið 3. apríl.
- Eg ætli mær at arbeiða fyri at blíva valdur og blíva partur av landspolitiska umhvørvinum aftur. Eg ynski at føra ein borgarligan politikk, ið tænir landinum, fólkinum og vinnulívinum og fáa tey mál ígjøgnum, ið Fólkaflokkurin arbeiðir fyri, segði Heðin Zachariasen við in.fo, tá hann varð spurdur um uppstillingina.
Heðin Zachariasen var løgtingsmaður frá 2004 til 2011 og landsstýrismaður í innlendismálum frá 2007-2008.
Á løgtingsvalinum 2008 gjørdist Heðin Zachariasen nummar 9 á listanum hjá Fólkaflokkinum við 317 atkvøðum. Nummar átta á listanum tá, Bjarni Djurholm, hevði somuleiðis 317 atkvøður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald