Tað er ongin ivi um, hvat tað er fyri mál, sum hevur størstan týdning, tá føroyski veljarin skal seta sín kross við eitt komandi løgtingsval.
Tað er ikki spurningurin um loysing ella samband, góðir samferðslumøguleikar ella skipan av ferðafólkavinnuni.
Nei. Tað er skjót og góð heilsuviðgerð.
Tá Spyr.fo gjørdi veljarakanning fyri Portalin í síðstu viku, varð veljarin biðin um at siga, hvørji økir høvdu mest at týða, tá krossurin skal setast til komandi løgtingsval.
Spurningurin ljóðaði: ”Hvørji trý evni eru mest avgerandi fyri, hvønn tú velur komandi løgtingsval?”. Og so var møguleiki at velja millum 13 ymisk evni.
Vit hava kallað henda partin av kanningini fyri ’Hjartamál’, og ógvuliga hóskandi, so gjørdist úrslitið, at væl yvir helmingurin av veljarum valdi sama evni, nevniliga ’Skjót og góð heilsuviðgerð”. Heili 54 prosent av teimum spurdu valdu hetta evnið.
Síðan komu evnini í hesi røð:
Umsiging av fiski- og alivinnuni – 43%
Loysnir á bústaðartrotinum – 32%
Varðveita Føroyar sum kristið land – 28,5%
Góð pensjónsviðurskifti – 28,2%
Menning av nýggjum vinnum – 20,5%
Útbúgvingarmøguleikar í Føroyum – 19%
Náttúra- ogumhvørvisvernd – 14,7%
Samband ella loysing – 14,6%
Skipan av ferðavinnuni – 14,3%
Góðir samferðslumøguleikar – 13%
Tilflytarar og flóttafólk til Føroyar – 7,5%
Góðir karmar og stuðul til mentan – 5,4%
Annað – 5,4%
Serliga hjá kvinnuligu veljarunum hevur spurningurin um heilsu stóran týdning. Heili 63 prosent av kvinnunum søgdu skjóta og góða heilsuviðgera vera tað týdningarmesta. Loysnir á bústaðartrotinum hevur næststørst týdning fyri kvinnurnar og so koma góð pensjónsviðurskifti.
Um hugt verður eftir monnunum, so er tað ikki heilsuverkið, sum hevur størsta týdning, men harafturímóti umsitingin av fiski- og alivinnuni, sum 57 prosent av monnunum valdu. Síðan kemur heilsan við 46 prosentum og at varðveita Føroyar sum kristið land við 29 prosentum.
Les eisini: Fólkaflokkurin staðfestir sína støðu sum nógv størsti flokkur
Tá hugt verður eftir aldursbólkunum, so er heilsuverkið týdningarmest bæði fyri tey, ið eru undir 45 ár (55%) og tey, sum eru yvir 45 ár (53%). Umsitingin av fiski- og alivinnuni hevur næststørst týdning fyri báðar aldursbólkar, meðan loysnir á bústaðartrotinum kemur inn á triðja plássi hjá teimum yngru og góð pensjónsviðurskifti hjá teimum eldru.
Tá hugt verður eftir bústaði, so hava heilsuviðurskiftini størstan týdning, bæði hjá teimum, sum búga íhøvuðsstaðnum, og teimum, sum búgva uttanfyri – ávikavist 55 og 53%. Eisini her kemur umsiting av fiski- og alivinnuni inn sum nummar tvey – 38% millum tey, ið búgva í Havn og 46 prosent millum tey, ið búgva á bygd. Hjá havnarfólki er pensjónsviðurskifti tað mál, sum hevur triðstørsta týdning, meðan bygdafólk halda, at triðstørsta týdning hevur tað at varðveita Føroyar sum kristið land.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald