Sirið Stenberg, landsstýriskvinna er í hesum døgum á ársfundi í heimsheilsustovninum, WHO.
Sambært Sirið Stenberg er tað sera viðkomandi fyri Føroyar at verða við á slíkum fundum, tí her hittast ráðharrar, umboð fyri heilsustovnar og sjálvbodnir felagsskapir úr øllum heiminum at tosa um eina røð av viðurskiftum innan heilsuøkið.
Sirið Stenberg sigur, at tað er áhugavert at hoyra, hvørjar avbjóðingar onnur lond hava á heilsuøkinum, og hvat tey gera í strembanini at loysa hesar avbjóðingar.
Eisini er tað týdningarmikið, at Føroyar verða nærri knýttar at WHO. Tí hevur Sirið Stenberg undir ársfundinum verið á fundi við umboð fyri WHO, har møguleikar fyri at knýta Føroyar nærri at WHO vórðu umrøddir, herundir umrøddu partarnir møguleikan fyri føroyskum atlimaskapi í WHO.
Sirið Stenberg sigur, at við føroyskum atlimaskapi kunnu Føroyar vera við í fremstu røð innan heilsuøkið. Hon er sannførd um, at ein slík uppraðfesting á heilsuøkinum fer at hava við sær eina jaliga ávirkan á heilsuarbeiðið í Føroyum og harvið á heilsustøðuna hjá føroyingum, skrivar heimasíðan hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum.
Føroyskur atlimaskapur í WHO hevur harumframt við sær, at Føroyar fara at fáa eina sjálvstøðuga rødd í millumtjóða høpi og kunna harvið verða meira altjóða sjónligar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald