Innanlands

Heilsuskúlin fer undir fjarundirvísing

Í fyrstu atløgu verður hetta roynt 1-2 dagar um vikuna

Mynd: Heilsuskúli Føroya

Mynd: Heilsuskúli Føroya

2018-10-25 09:59 Author image
Ari av Rana
placeholder

Heilsuskúlin fer nú undir at skipa fyri fjarundirvísing. Partvís fjarundirvísing verður komandi ár sett í verk á Heilsuskúlanum, sum ein roynd, 1-2 dagar um vikuna.

Aðrastaðni er hesin arbeiðsformur settur í verk fyri at lætta um skúlapartin hjá næmingum, sum hava bústað langt frá skúlanum.

Heilsuskúli Føroyar skrivar, at í Føroyum, sum er eitt oyggjasamfelag,  eigur møguleikin at skipa fyri partvísari læring yvir netið at verða umhugsað.

Heilsuskúlin hevur í eina tíð brúkt partvísa fjarundirvísing. Farið verður nú undir at gera meira við hendan læruháttin og gera hetta meir skipað.

Vónin er at útbúgvingin verður meira atkomilig og lagalig, til vaksnar og yngri næmingar, sum skulu flyta seg langt at taka útbúgving.

Sosu-skúlin í Aabenraa í Suðurjyllandi hevur líknadi tilboð til teir næmingar, ið búgva langt burturi frá skúlanum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder