Uttanlands

Heimsheilsustovnurin: Gongur ov seint at koppseta í Evropa

Vit eiga at seta nógv meira ferð á koppsetingartilgongdirnar í Evropa, sigur Hans Kluge, evropeiski stjórin hjá Heimsheilsustovninum, WHO

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-04-01 18:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sambært heimsheilsustovninum, WHO gongur tað ov seint at koppseta í ES, og tað er nakað, sum ikki kann góðtakast, tí vaksandi smittutalið í fleiri londum er ørkymlandi.

– Koppseting er okkara besti møguleiki at sleppa úr hesari farsóttini, sigur Hans Kluge, evropeiski stjórin hjá Heimsheilsustovninum. Hann heldur, at tað gongur ov seint hjá ES at koppseta, og tað kann leingja farsóttina, sigur hann.

Hans kluge leggur afturat, at støðan í løtuni er meira ørkymlandi, enn hon hevur verið í fleiri mánaðir.

– Vit eiga at setta nógv meira ferð á koppsetingartilgongdirnar við at framskunda framleiðslu av koppingarevni og minka um tær forðingar, sum eru kring koppsetingina. Vit mugu brúka hvørt einasta glas, sum vit hava á goymslu nú.

Hans Kluge sigur, sambært Ritzau, at talið á nýggjum smittutilburðum í Evropa var undir eina mió. fyri fimm vikum síðani, men í farnu viku var talið 1,6 mió.

Samlaða talið á andlátum, sum eru skrásett í Evropa í sambandi við koronu, nærkast eisini milliónini, og samlaða talið á smittutilburðum nærkast 45 mió.

Eitt sum Heimsheilsustovnurin sigur seg óttast er, at økingin í smittutilburðum kann hava við sær, at nýggj og meira vandamikil frábrigdi av virusinum kunnu koma fram.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder