2018-10-24 11:06
Nú er váttað, at bert ein persónur var til metstóra vinningin.
Ein persónur í South Carolina í USA, hevur vunnið 1,6 milliardir dollarar ella tað sum svarar til 10,4 milliardir krónur. Hetta er heimsins størsti lottovinningur nakrantíð.
Les eisini: Størsti vinningur nakrantíð
Vinningurin var vunnin í amerikanska spælinum Mega Millions, skrivar tíðindastovan ABC.
Vinnarin sleppur at velja ímillum at fáa allan vinningi yvir næstu 25 árini, ella at fáa eitt 913 milliónir dollarar, tað sum svarar til 5,93 milliardir krónur, í hondina beinanveg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald