Uttanlands

Heimsleiðarar minnast endan á fyrra heimsbardaga í París

Í dag eru 100 ár liðin, síðan 1. heimsbardagi endaði

Mynd: AP

Mynd: AP

2018-11-11 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

 Umleið 70 heimsleiðarar eru savnaðir í París í dag at minnast endan á fyrra heimsbardaga, sum var fyri júst 100 árum síðani.

Millum teirra eru amerikanski forsetin Donald Trump, russiski forsetin Vladimir Putin, danski forsetisráðharrin Lars Løkke Rasmussen, og kanadiski forsetisráðharrin Justin Trudeau. Franski forsetin, Emmanuel Macron er vertur.

Kring heimin verður skipað fyri fleiri tiltøkum til minnis um endan á fyrra heimsbardaga um vikuskiftið.

Í Danmark skuldu kirkjuklokkurnar ringja klokkan 11, tí at vápnahvíldin byrjaði klokkan 11 tann 11. november í 1918.

Í Avstralska býnum Adeleide fullu 1000 tals dreymasóljur úr einum flogfari í gjár, og í Canberra var eisini skipað fyri minningarhaldi, har avstralski forsetin, Scott Morrison minti á týdningin av, at vit læra av søguni.

Umleið 9.7 milliónir hermenn og 10 milliónir sivilfólk lótu lív í fyrra heimsbardaga, ið vardi frá 1914 til 1918.

"Í hesum fýra árunum við bardaga, mundi Evropa gjørt sjálvmorð," segði franski forsetin Emmanuel Macron, sambært BBC.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder