Heimslýrikkur og íslendsk krimi á føroyskum. Hetta verður yvirskriftin, tá ið forlagið Sprotin leggur tvær bøkur fram við Orðum og tónum í kvøld í Perluni.
Tann 23. apríl, á føðingardegi Alexandur Kristiansens, kom stórverk út. ’Fjøtrað á flogi – Heimslýrikkur’. Bókin, ið telur 600 síður, hýsir týddum lýriskum perlum gjøgnum sløk trý túsund ár.
Bókin ’DNA’ eftir Yrsu Sigurðardóttir fekk Palle Rosenkratz-heiðurslønina í 2014 sum ársins brotsskaldsøga. Hevur tú dirvi, og ert tú drigin at grimd og ísakøldum óndskapi, so er hetta ein bók fyri teg. Og nú ber til at lesa hana á føroyskum. Jákup Sørensen hevur týtt.
Skráin fyri kvøldið verður hendan:
- Jonhard Mikkelsen, stjóri á Sprotanum, fer at hugleiða um stórverkið, ið Alexandur Kristiansen hevur latið úr hondum og sum má metast sum ein sannur gripur.
- Oddfríður Marni Rasmussen tosar um týðingarnar hjá Alexanduri.
- Jákup Sørensen fer at hugleiða um tað at týða og nemur við bókina og krimiskaldskap sum heild.
- Tónleikinum í kvøld skipar ein strúkarakvartett fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald