Uttanlands

Heimurin hevði valt Merkel heldur enn Trump

Eisini Xi Jinping og Vladimir Putin hava størri álit millum fólki kring heimin

Angela Merkel og Donald Trump (Mynd: EPA)

Angela Merkel og Donald Trump (Mynd: EPA)

2018-10-03 08:16 Author image
Ari av Rana
placeholder

Um allur heimurin skuldi valt ein leiðara at ráða yvir øllum, hevði størsti parturin valt týska kanslaran Angela Merkel. Tað vísir ein nýggja kanning, sum Pew Research Center hevur gjørt.

Í kanningini vóru 26.000 fólk úr 25 ymiskum londum spurd hvønn leiðara tey høvdu álit á í altjóða spurningum. Heili 52 prosent av teimum spurdu peikaðu á Angelu Merkel.

Amerikanski forsetin Donald Trump fekk bert stuðul frá 27 prosent av teimum spurdu. Hetta var minni enn kinesiski leiðarin Xi Jinping og russiski forsetin Vladimir Putin.

Serliga eru tað evropearar, sum hava lítið álit á Donald Trump. Í Týsklandi, Fraklandi og Spania eru færri enn 10 prosent, sum halda at Donald Trump hevði gjørt rætt í spurningum, sum umfata allan heimin. Ein av orsøkunum er, at evropearar ikki hava álit á at USA við Trump á odda, tekur hædd fyri áhugamálum hjá øðrum londum vísir kanningin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder