Uttanlands

Heimurin um drápið av Khashoggi: "Ein ræðulig hending" og "djarvt"

Statsleiðarar kring heimin úttala seg um drápið av saudiarabiska tíðindamanninum, Jamal Khashoggi

2018-10-21 13:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár ásannaði Saudiarabia, at tíðindamaðurin Jamal Khashoggi doyði á Saudiarabiska konsulátinum í Istanbul.

Sambært saudiarabiskum myndugleikum var tað ein bardagi millum tíðindamannin og fólk á konsulátinum, ið var orøkin til, at Khashoggi doyði.

Tað eru tó ikki øll, sum hava álit á frágreiðingini hjá Saudiarabia.

Amerikanski forsetin, Donald Trump er millum teir heimsleiðarar, ið hava úttalað seg um nýggju frágreiðingina.

Sambært Trump er frágreiðingin "fyrsta stigið á rættari leið".

Bretska uttanríkismálaráðið skýrir drápið av Khashoggi eina ræðuliga hending.

"Sum uttanríkismálaráðharrin hevur sagt, er hetta ein ræðulig hending, og tey seku mugu standa til svars fyri hetta," siga tey úr bretska uttanríkismálaráðnum.

Týski ríkiskanslarin Angela Merkel úttalaði seg eisini um málið á einum tíðindafundi.

"Enn er einki greitt. Sjálvandi fara vit at krevja, at fleiri kanningar verða gjørdar í málinum," segði hon.

Eitt talsfólk hjá Antónia Guterres, aðalskrivara hjá ST, sigur, at Guterres er øgiliga órógvaður av hesum málinum.

"Aðalskrivarin leggur dent á, at málið eigur at verða kannað gjølla, so skjótt sum til ber, og at brotsmenninir skulu standa til svars fyri hetta," sigur talsfólk hjá Guterres.

Danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen heldur tó ikki, at Saudiarabia hevur sagt frá øllum sannleikanum um, hvussu saudiarabiski tíðindamaðurin doyði.

"At Suadiarabia hevur váttað, at hann er deyður, eftir fyrst at hava hildið uppá, at hann fór livandi úr konsulátinum, vísir, at vit enn ikki hava hoyrt allan sannleikan, og tað noyðast vit at krevja," sigur hann, sambært DR.

Summi lond hava tó róst Saudiarabia fyri drápið av Jamal Khashoggi.

Sambært Egyptalandi hevur kongurin í Saudiarabia verið djarvur.

"Egyptaland heldur, at saudiarabiski kongurin hevur verið djarvur og avgjørdur, og at hann hevur víst virðing fyri lógini," er frágreiðingin frá egyptiska uttanríkismálaráðnum.

Eisini Sameindu Arabisku Emiratini og Yemen hava givið til kennar, at tey taka undir við Egyptalandi.

18 fólk eru higartil handtikin í sambandi við málið um deyða Jamal Khashoggi. Teirra millum er fregnarovastin Ahmad al-Assiri og Saud al-Qahtani, sum er persónligt hjálparfólk hjá saudiarabiska krúnprisinsinum.

Les eisini: Krevja líkið av Jamal Khashoggi útleverað

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder