Innanlands

Heita á Samferðslumálaráðið at útseta útboðið av Bygdaleiðum

Vinnuhúsið sigur at óvissan um koyringina í Eysturoyartunlinum er ov stór til at bjóða Bygdaleiðir út nú

2019-05-22 11:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Vinnuhúsið heitir á Samferðslumálaráðið um at útseta útbjóðingina av Bygdaleiðum. Orsøkin til áheitanina er, at óvissa er um koyringina í Eysturoyartunlinum.

Kringvarpið skrivar at fleiri fyritøkur, sum røkja busskoyring hava vent sær til Vinnuhúsið í samband við útbjóðingina av koyringini hjá Bygdaleiðum. Eftir ætlan skal koyringin koma í gildi í mai næsta ár og verða galdandi í sjey ár.

Vinnuhúsið sigur at tað er óumhugsað at koyringin verður boðin út so stutt fyri at koyrandi verður í Eysturoyartunlinum, og at tað ger tað trupult hjá fyritøkunum at leggja upp fyri broytta samferðslumynstrinum, sum tunnilin fer at føra til.

Vinnuhúsið heitir tí á Samferðslumálaráðið um at útseta útboðið av Bygdaleiðum í umleið eitt ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder