Innanlands

Heldur eingir tunlar Norður um fjall hesaferð

Meirilutin í rættarnevndini, sum er samgongan, mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2018-11-30 16:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Enn einaferð tykist greitt, at Tunlarnir norður um fjall bíða. Álit frá rættarnevndini kom í gjár, og meirilutin, sum eru samgonguumboð, mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Sagt verður, at tað er ein stór prinsipiell avgerð at leggja kostnaðarmiklar verkætlanir út um fíggjarlógina. Landsgrannskoðanin hevur fleiri ferðir funnist at hesum leisti, sum hevur við sær, at veruligu íløgurnar hjá landskassanum verða ógjøgnumskygdar, vil meirilutin vera við.

Á fíggjarlógini fyri 2019, sum liggur í løtinginum, eru 1,5 milliónir krónur settar av til at gera kanningar og forprojektering av alternativari linjuføring fyri tunnil úr Gerðabønum í Klaksvík til Árnafjarðar.

Meirilutin heldur eisini, at møguleikin at breiða og víðka verandi tunlar, so teir vera tveysporaðir, ikki er so væl kannaður og lýstur, at hann kann útihýsast.

Meirilutin sigur í álitinum, at um tunlar norður um Fjall skulu framskundast er neyðugt, at Hvalbiartunnilin verður gjørdur sum skjótast.

Minnilutin ger vart við at støðan er so akut nú, at verkætlanin má í gongd beinanvegin. Hon kann ikki bíða eftir, at pláss kann finnast innan fyri íløgukarmarnar hjá landinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder