Innanlands

Helena Dam á Neystabø: Javnaðarflokkurin skal hava ein formanssess

Um so er, at Tjóðveldi fær formanssessin í Mentanarnevndini, skal Javnaðarflokkurin hava formanssessin í Trivnaðarnevndini

Helena Dam á Neystabø er forkvinna í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum (Savnsmynd:Jens Kr. Vang)

Helena Dam á Neystabø er forkvinna í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum (Savnsmynd:Jens Kr. Vang)

2019-02-25 13:30 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

 - Tá semja varð gjørd um at deila landsstýrissessin í mentamálum í tvey, varð semja eisini gjørd um at Javnaðarflokkurin skal hava tann formanssessin, sum leypir av í tinginum. 

Tað sigur Helena Dam á Neystabø, tingbólkaforkvinna í Javnaðarflokkinum. Hon leggur afturat, at tað tó ikki er sikkurt, at Javnaðarflokkurin yvirtekur formanssessin í Mentanarnevndini, eftir at Hanna Jensen er vorðin landsstýriskvinna og tann sessurin tí er tøkur. 

- Men um tað er soleiðis, at tað passar betri, at vit formanssessin í Trivnaðarnevndini heldur enn Mentanarnevndini, so eru vit eisini klár at røkja tann sessin, sigur tingbólkaforkvinnan. 

Frá fólki, sum Portalurin hevur tosað við, hevur ljóðað, at Tjóðveldi fekk lovað formanssessin í Mentanarnevndini í sambandi við, at Framsókn fekk ein landsstýrissess. Helena Dam á Neystabø vil ikki fara niður í smálutir í sambandi við tær samráðingarnar. 

Les eisini: Óvíst hvør fær nevndarsessin hjá Honnu Jensen 

- Formenninir í flokkunum kjakast um, hvussu nevndarsessirnir skulu býtast beint nú. Men fatanin hjá mær og øllum Javnaðarflokkinum er tann, at vit skulu hava tann formanssessin, sum er tøkur, eftir at landsstýrið varð umskipað, sigur hon at enda. 

Tað verður væntað, at greiða fæst á, hvør fer at manna tann síðsta sessin í morgin, tá tingfundur er á skránni. 

Formanssessirnir í tingnevndunum eru býttir soleiðis í dag: 

Fíggjarnevndin:
Bárður á Steig Nielsen (Sambandsflokkurin)

Trivnaðarnevndin:
Katrin Kallsberg (Tjóðveldi)

Landsstýrismálanevndin:
Magnus Rasmussen (Sambandsflokkurin)

Mentanarnevndin:
Hanna Jensen (Framsókn)

Rættarnevndin:
Kristin Michelsen (Uttanflokka)

Uttanlandsnevndin:
Annita á Fríðriksmørk (Tjóðveldi)

Vinnunevndin:
Bjørt Samuelsen (Tjóðveldi) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder