Mentan

Hello Sunshine - nýtt lag frá Bruce Springsteen

Amerikanski sangarin kemur við nýggjari útgávu í summar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-04-26 09:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár bórust tíðindini um at amerikanski sangarin, Bruce Springsteen, kemur út við nýggjari útgávu í summar.

Og nú hevur hann leysgivið fyrsta lagið frá komandi útgávuni. ”Hello Sunshine” eitur staklagið við teskandi trummum, steel-guittari og strúkarum og sum, sambært danska tíðarritinum Gaffa, vekir minnir um gamla lagið ”Everybody’s Talking” hjá Fred Neil, tó best kent í útgávuni hjá Harry Nilsson.

Komandi fløgan við 13 nýskrivaðum sangum fær heitið ”Western Stars”, og útgávudagurin er settur til 14. juni. Talan er um eina útgávu, har Springsteen syngur uttan vanliga orkestur sítt, E Street Band, og tónalagið líkist sostatt líknandi útgávur hjá honum, har E Street Band ikki hevur verið við, eitt nú ”Nebraska” frá 1982, ”The Ghost of Tom Joad” frá 1995 og ”Devils & Dust” frá 2005.

Íblásturin til nýggju fløguna sigst koma frá 1960’unum og 1970’unum, og sangskrivarum sum Glenn Campbell, Jimmy Webb og Burt Bacharach. Millum tónleikararnar á nýggju fløguni er tangentleikarin David Sancious, sum var fastur limur í E Street Band á teimum allar fyrstu plátunum.

Hetta verður fyrsta útgávan hjá Bruce Springsteen síðan ”High Hopes” frá 2014 og fyrsta fløgan við nýskrivaðum sangum síðan ”Wrecking Ball” frá 2012. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder