Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, legði seinnapartin tvey mál fyri løgtingið. Málini vóru um at leingja fiskidagaskipanina fyri 2019 umframt at leingja heimildina at taka veiðigjald fyri at vera galdandi fyri næsta ár eisini.
Atkvøtt var um at víkja frá øllum tíðarfreistum, og málið um fiskidagaskipanina fekk ikki neyðuga meirilutan í løgtinginum fyri tað. Sostatt skulu nakrir dagar ganga í millum tær tríggjar viðgerðirnar.
Sostatt er trupult at ímynda sær at løgtingið sleppur í jólafrí í morgin, sum løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu, hevði ætlað sær.
Málið um heimild at taka veiðigjald fekk neyðuga meirilutan at víkja frá øllum tíðarfreistum, og løgtingið er í løtuni er í holt við 1. viðgerð av málinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald