Fríggjadagin skrivaðu vit grein um nøkur ljós, sum Livar Nysted, og manningin á Rose høvdu sæð á himmalhválvinum, og sum ongin teirra kendi aftur ella hevði sæð fyrr.
Les eisini: Sóu óvanliga sjón á himmalinum
Men tað gekk ikki long tíð, so floymdi við frágreiðingum, hvat tað fyri eitt lýsandi fyribrigdi, sum fór sum ein perlurøð eftir himmalhválvinum.
Starlink hjá Elon Musk ljóðaðu flestu boðini. Um tað var Starlink teir sóu, vita vit ikki, men starlink er ein spennandi verkætlan, sum amerikanski ríkmaðurin Elon Musk hevur sett í verk.
Elon Musk er ein virkisfúsur ríkmaður, sum higartil hevur verið mest umrøddur fyri marglætis elbilarnar av merkinum Tesla. Men hesin Musk ger eisini um seg við øðrum spennandi verkætlanum.
Ein av mest framsóknu ætlanum hansara, er rúmdarætlanin SpaceX, sum í síðsta enda gongurút upp á at senda fólk út á gongustjørnuna Mars at seta búgv.
Starlink er eisini ein partur av SpaceX. Hetta snýr seg um at senda út fleiri túsund smáar fylgisveinar í ringrás um jørðina. Talan er um samskiftisfylgisveinar, sum skulu geva okkum jarðbúgvum skjótt og bíligt netsamband.
Einir 12.000 fylgisveinar skulu sendast út fram móti 2027. Tá teir verða sleptir, koma teir at liggja í eini beinari røð, sum ein perlurøð. Hetta stendur við í eina tíð, til fylgisveinarnir hava funnið sína ætlaðu leið.
Tí verður hildið, at tað helst er ein røð av hesum fylgisveinum, sum manningin umborð á Rose hevur sæð henda morgunin úti í Atantshavinum.
Meira um SpaceX verkætlanina her
Herundir er ein upptøka av Starlink:
Á myndunum herundir síggjast fylgisveinarnir á himmalhválvinum sum ljósstrípur, tí myndirnar av náttarhimmalinum eru tiknar við longri upplatingartíð:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald