Innanlands

Helst verður Helena nýggj næstforkvinna á tingi

Løgtingsfundur verður settur klokkan 10

Helena Dam á Neystabø saman við Hjørdis og Heðin Mortensen (Mynd: Jens Kr. Vang)

Helena Dam á Neystabø saman við Hjørdis og Heðin Mortensen (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-11-20 09:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú Heðin Mortensen er vorðin landsstýrismaður við Samferðslumálum, skal hann siga seg úr eini røð av øðrum nevndum og álitissessum.

Ein teirra er sum fyrsti næstformaður á Føroya Løgtingi.

Helst verður tað Helena Dam á Neystabø, sum verður nýggj næstforkvinna á tingi.

Sjálv vildi Helena ikki vátta hesum, tá vit tosaðu við hana undir móttøkuni í Tinganesi í morgun.

- Vit hava ein fund í tingbólkinum nú um eina løtu, og so gangi eg út frá, at vit boða løgtingsformanninum hvør verður nýggjur næstformaður vegna flokkin í staðin fyri Heðin Mortensen, segði Helena Dam á Neystabø.

Tað er ikki soleiðis, at tingið skal velja næstformannin. Tað eru flokkarnir eftir stødd, sum útnevna síni umboð í formansskapin hjá løgtinginum.

Heðin Mortensen verður nú eisini noyddur at siga tingsessin frá sær. Í hansara stað kemur Djóni Nolsøe Joensen, sum eisini sat á tingi meðan Henrik Old var landsstýrismaður.

Í Tórshavnar býráð er Bjørg Dam fyrsti eykalimur á listanum hjá Javnaðarflokkinum, og hon fær nú eisini fast sæti í býráðnum, meðan Heðin Mortensen tekur orlov frá býráðsarbeiðinum.

Á løgtingsfundinum í dag er ein long røð av málum – øll viðvíkjandi skatti og avgjøldum -, sum skulu hava fyrstu viðgerð, áðrenn tey verða send víðari í fíggjarnevndina til viðgerðar. 

[object Object]Djóni Nolsø Joensen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]
Bjørg Dam (Savnsmynd: torshavn.fo)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder