Uttanlands

Helvtin fingið streymin aftur í Spania

Í Portugal er streymveiting aftur í pørtum av landinum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-04-28 22:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Helvtin av Spania hevur fingið streymin aftur. Tað upplýsir spanski forsetaráðharrin, Pedro Sánchez, sambært Reuters.

Í Portugal upplýsa myndugleikarnir at 750.000 kundar hava fingið streym aftur, og at tað er streymveiting aftur í fleiri pørtum av býnum Porto, men framvegis ikki í høvuðsstaðnum Lissabon.

Ráðharraráðið í Portugal hevur í kvøld avgjørt at lýst orkuneyðstøðu. Hetta fyri at tryggja, at grundleggjandi tænastur sum sjúkrahús og telesamskifti hevur fyrstu raðfesting, tá streymveitingin kemur aftur.

Tað var um middagsleitið, at streymurin fór í parti av Spania og Portugal um framt í parti av Fraklandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder