2018-10-03 10:16
Í dag er fyrsta viðgerð av uppskotinum um fíggjarlóg hjá samgonguni, men áðrenn viðgerðin byrjaði, las Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, tvey skriv, sum vóru latin løgtinginum í dag.
Fyrsta skrivið var frá Henriki Old, løgtingsmanni, sum boðaði frá, at hann frá í dag av, 3. oktober 2018, tekur sæti aftur á tingi.
Næsta skrivið var frá løgmanskrivsstovuni, sum boðaði frá, at løgmaður hevur loyst Henrik Old, fyrrverandi landsstýrismann, úr sínum sessi sum landsstýrismaður í samferðslumálum.
Tá hetta var komið uppá pláss, byrjaði fyrsta viðgerð av uppskotinum til fíggjarlóg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald