Uttanlands

Hernaðarlig vápn bannað í Kanada

Tað er hópskotdrápið fyri tveimum vikum síðani, sum er orsøkin til nýggja forboðið

Kanada hevur hvørki tørv á ella pláss fyri slíkum vápnum, sigur kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau (Mynd: EPA)

Kanada hevur hvørki tørv á ella pláss fyri slíkum vápnum, sigur kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau (Mynd: EPA)

2020-05-02 09:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Minni enn tvær vikur eftir at Kanada upplivdi ógvusligasta hópskotdrápið í landsins søgu, er avgerð tikin um at banna øll hernaðarlig vápn.

Nýggja forboðið umfatar uml. 1.500 sløg av vápnum, m.a. AR-15, ein hálvsjálvvirkandi rifla, sum hevur verið brúkt at fremja fleiri hópskotdráp.

– Tær tørvar ikki eina AR-15 fyri at skjóta ein hjørt. Tí verður forboð umgangandi sett í verk móti at keypa, selja, flyta, innflyta ella brúka hetta slagið av vápni í hesum landinum, segði kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau, á tíðindafundi.

Í dag eru akkurát tvær vikur síðani, at ein vápnaður maður, við fleiri hálvsjálvvirkandi vápnum drap 22 fólk í Nova Scotia. 13 teirra vórðu skotin til deyðis, meðan níggju onnur lótu lív, eftir at brotsmaðurin hevði sett eld á bústaðin hjá teimum, skrivar Ritzau.

Les eisini: Hópdrápsmaðurin tók 22 mannalív um vikuskifti

Maðurin, ið verður hildin at hava framt hópdrápið, ein 51 ára gamal tannlækni, varð sjálvur skotin til deyðis av løgregluni.

Eitt vitni greiddi frá, at brotsmaðurin hevði eitt hernaðarligt vápn.

– Slík vápn verða framleidd við tí endamáli at drepa so nógv sum gjørligt uppá stutta tíð. Kanada hevur hvørki tørv á ella pláss fyri slíkum vápnum, segði Justin Trudeau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder