Uttanlands

Herurin í Myanmar: Mótmælisfólk verða skotin í høvdið

Um vikuskiftið er boðað frá fleiri mótmælum í Myanmar, og herurin, sum hevur havt valdið í næstan tveir mánaðir, boðar frá, at mótmælisfólk kunnu verða skotin í høvdið ella ryggin

Mótmælisfólk í Myanmar við mynd av Aung San Suu Kyi (Mynd: EPA)

Mótmælisfólk í Myanmar við mynd av Aung San Suu Kyi (Mynd: EPA)

2021-03-26 21:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Herurin í Myanmar, sum hevur havt valdið í landinum í næstan tveir mánaðir nú, boðar í dag frá, at mótmælisfólk kunnu verða í vanda fyri at verða skotin í høvdið.

Sambært fráboðaninini, sum kemur dagin áðrenn fleiri fráboðað mótmælistiltøk, skulu mótmælisfólk hava í huga, at tey kunnu verða skotin í høvdið ella í ryggin.

Higartil hava longu 320 persónar latið lív í ófriðinum í Myanmar. Umleið ein fjórðingur av hesum eru deyð av skotsári í høvdinum.

Tað var 1. februar, at herurin tók valdið í landinum og handtók fleiri fólk, m.o. demokratiskt valda leiðaran í landinum, 75 ára gamla Aung San Suu Kyi.

Sambært Ritzau vórðu fleiri enn 600 persónar, sum hava verið afturhildnir seinastu tíðina, leyslatnir mikudagin. Hetta var sama dag, sum Aung San Suu Kyi átti at verið fyri rættinum. Rættarfundurin varð tó útsettur til 1. apríl.

Suu Kyi er m.a. ákærd fyri at hava innflutt seks walkie-talkies, fyri at hava brotið koronareglur, og fyri mutur.

Á tjóðartingsvalinum í Myanmar í november vann flokkurin hjá Aung San Suu KYi, NLD, 83 prosent av atkvøðunum, meðan hernaðarflokkurin, USDP, bert fekk sjey prosent.

Herurin vil vera við, at valsvik var framt, hóast bæði eygleiðarar og valnevndin í Myanmar hava víst aftur, at talan hevur verið um valsvik.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder