![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Ein stór rúgva av fólki var i býnum 2. jólakvøld, og løgreglan hevði úr at gera. Millum annað vóru tvey mál, ið møguliga verða harðskapsmál.
Í Klaksvík hava summi veruliga gjørt um seg. Undir yvirskriftini Ótangar hava skotið rútar fyri fleiri 100.000 krónur skrivar Norðlýsið, at herverk er gjørt á áleið 25 bilar/gravkýr hjá kommunu og á eini 25 bilar uttanfyri verkstaðin hjá kommununi á Bumshamri. Tað eru rútarnir, ið eru skotnir inn.
Jógvan Johannesen, vegaformaður hjá Klaksvíkar Kommunu, sigur við Norðlýsið, at tað helst eru sterkar luftbyrsur, ið eru nýttar, og at hetta fer at tarna arbeiði hjá kommuni nógv komandi tíðina
Innbrot hevur verið í Atlantis í nátt, har ein stórur rútur er brotin. Beinta Gregersen, leiðar, sigur við Norðlýsið at einki herverk er gjørt inni í bygninginum, men at tey ið brotið hava inn hava tikið ymiskt úr kioskini.
Løgreglan heitir á, at um nakar hevur upplýsingar um málini, verða tey biðin um at boða frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald