Innanlands

Herverk í Miðvági

Viðkomandi tipti eitt vask við pappíri og lat vatnið renna

2018-11-01 08:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um, at onkur hevði framt herverk í skúlanum í Miðvági.

Talan var um onkran, sum hevði tipt vaskið við pappíri og hevði síðani latið vatnið renna.

Um hetta hevur elvt til vatnskaða veit løgreglan ikki at siga.

Eisini fekk løgreglan boð um, at roykur var í køkinum í einum býlingshúsi. Her var talan tó bert um plast, ið hevði staðið ov nær ovninum, og eingin eldur kom í, sigur vakthavandi á politistøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder