Innanlands

Herverk í Sjúkrahúsplantasjuni á Tvøroyri

Onkur hevur verið við øks og skatt fleiri trø í plantasjuni

Mynd: Tvøroyrar kommuna

Mynd: Tvøroyrar kommuna

2019-04-10 11:12 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tað var ein keðilig sjón, sum møtti arbeiðsmonnunum í Tvøroyrar kommunu, tá teir fóru í sjúkrahúsplantasjuna. Teir sóu, at onkur hevði verið við øks og hevði skatt fleiri trø í plantasjuni.

Tvøroyrar kommuna skrivar á Facebook, at tá Tvøroyrar Kommuna, við Jákupi Leo, sála, á odda, fyri nøkrum árum síðan fríðkaði um sjúkrahúsplantasjuna við gøtum og benkrum, fegnaðust fólk flest um tað. Nú bar til at spáka sær ein hugnaligan túr í plantasjuni, mitt í býnum, meðan tað áðrenn, nærum var ógjørligt at vinna sær vegin fram, millum tætta vøksturin. Økið er í dag sera nógv nýtt og er nakað, ið fólk hava tikið til sín.

- Tí er tað sera hugstoytt hjá arbeiðsmonnnunum hjá Tvøroyrar Kommunu at finna útav, at onkur hevur verið í gongd við øks og skatt fleiri trø í plantasjuni.

Kommunan skrivar, at trøini hava tikið ein mannsaldur at røka støddina tey hava í dag, men tað tekur bert eina løtu at oyðileggja tey. Trøini eru eitt prýði fyri býin og tvørafólk eru góð við økið. Í 2011-12 síðan hendi tað sama , tá uml. 80 trø vórðu skadd. Børkurin varð tikin av fleiri trøum og førdi tað við sær at fleiri trø doyðu.

- Tað skal tí vera okkara inniliga áheitan til fólk í nærumhvørvinum og fólk, ið nýta økið, um at boða okkum og/ella løgregluni frá, so vit kunna koma hesum til lívs áðrenn tað er ov seint.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder