Innanlands

Hesi fingu virðisløn

Ein føroyingur var millum teir fimm vinnararnar av virðislønum norðurlandaráðsins

Vinnararnir saman við Hákun krúnpinsi av Noregi (Mynd: Norðurlandaráðið)

Vinnararnir saman við Hákun krúnpinsi av Noregi (Mynd: Norðurlandaráðið)

2018-10-31 09:10 Author image
Ari av Rana
placeholder

Norðurlandaráðið hevði í gjár virðislønarhandan, har vinnarar fingu handaði virðislønir fyri bókmentir, tónlist, filmslist og umhvørvi.

Føroyski Bárður Oskarsson vann barnabókavirðislønina fyri bókina Træið, men tíverri fekk eingin av hinum føroyingunum handaði virðislønir. Hinir føroyingarnir, sum vóru tilnevndir virðisløn vóru Jóanes Nielsen, Hamferð, fyritøkan Green IQ, og Rakul Helmsdal, sum var tilnevnd saman við tveimum øðrum rithøvundum.

Vinnararnir av virðislønunum vórðu hesir:

Barnabókavirðislønina: Bárður Oskarsson

Bókmentavirðislønina: Auður Ava Ólafsdóttir

Tónlistavirðislønina: Nils Henrik Asheim

Filmlistavirðislønina: Benedikt Erlingsson, Ólafur Egill Egilsson, Marianne Slot, Carine Leblanc og Per Ole Frederiksen

Umhvørvisvirðislønina: Pâviârak Jakobsen og Nette Levermann frá the Attu Natural Resource Council 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder