Uttanlands

Hetlendingar og føroyingar nógv at læra av hvørjum øðrum

Landsstýrismaðurin í Innlendismálum, Bjarni Kárason Petersen fegnast um vitjan í grannaoyggjunum

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður sær møguleikar fyri samstarvi við Hetland eftir vitjan í oyggjunum. Mynd Jan Müller

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður sær møguleikar fyri samstarvi við Hetland eftir vitjan í oyggjunum. Mynd Jan Müller

2025-03-29 14:11 Author image
Jan Müller
placeholder

-Hetta var mín fyrsta vitjan í Hetlandi,  og hetta var ein frálíkur túrur sigur landsstýrismaðurin, eftir at hava kunnað sodnað mongu upplivingarnar í Hetlandi saman við umboðum fyri fleiri stórar føroyskar vinnulívsfyritøkur, sum hann m.a. varðar av í Tinganesi.

[object Object]Føroyska ferðalagið uttanfyri høvuðssætið hjá hetlendska Ráðnum. Myndir Jan Müller

-Føroyar hava annars havt eitt ávíst samband við Hetland, sum man  tó ikki sær nógv til í dag viðgongur landsstýrismaðurin. - Nú var tað ein sendinevnd við nógvum umboðum frá vinnuni, og tað er kanska eitt gott høvi at byrja eitt samstarv eins og eitt samstarv innan infrakervi o.a. og har at skapa nøkur sosial og mentanarlig sambond eisini. Tað var eisini áhugavert at samanbera hvat vit hava til felags og hvørjir munir eru eisini sigur Bjarni Kárason Petersen eftir at hava koyrt runt til flestu av oyggjunum og har sæð menningina av eitt nú fiskivinnuni og grønu orkuvinnuni.  

-Hvat kunnu vit læra av teimum spyr landsstýrismaðurin og svarar: - Tey hugsa stórt í mun til ídnaðarverkætlanir. Tey eru ambitiøs í at fremja tað grøna orkuskiftið. Tey kýta seg nógv at tiltrekkja vælskikkaða arbeiðsmegi og gera tað áhugavert at koma til Hetlands at búgva og skaffa nøkur góð arbeiðspláss. Tað sóu vit m.a. í tí norðastu oynni, Unst, har SaxaVord Spaceport liggur, og  har man satstar nokkso stórt uppá eina rúmdarvinnu, sum í stóran mun dregur til sín nógv hátøknilig størv. Tað var sera inspirerandi.

[object Object]

Føroyingar kunnu hjálpa hetlendingum 

-Hvat kunnu tey so læra av okkum?  Tað var púra eyðsýnt, at tey høvdu stóran áhuga í at vita, hvussu vit í Føroyum høvdu útbygt okkara infrakervi bæði fysiskt og talgilt og eru tey sera áhugað í at fara undir at byggja undirsjóvartunlar, sum hevur verið ein brakandi succes í Føroyum. Harnæst legði eg alt fyri eitt merki til, at dekningurin í mun til internetið var ikki eins góður í Hetlandi sum hann er í Føroyum. So har hevði eg vónað, at vit kundu hjálpt teimum at fingið eitt støði, sum er líka gott sum okkara, tá tað viðvíkur interneti og samskfti. Tvs. at ment telesamskiftið við føroyskari hjálp. Tað kundu tey fingið nakað gott burtur úr.

Vit hava eina av teimum bestu tøknunum í Føroyum yvirhøvur. Fólk her taka tað sum givið í dag men tá tú hevur verið í Hetlandi, minnir tað teg á hvussu tað hevur verið her.

Landsstýrismaðurin valdi sjálvur at royna stytstu leiðina til Hetlands, nevniliga beinleiðis við eini tyrlu hjá Atlantic Airways. Hetta var sera ómakaleyst og gav honum eisini nakað at hugsa um, tá stingast skal út í kortið aftur samferðsluna millum oyggjarnar.

[object Object]Andreas Mouritsen, tyrlupilotur saman við landsstýrismanninum á fyrstu ferð hansara við tyrlu til Hetlands. 

Hvussu kunnu vit samskifta betri, tá tað snýr seg um sambandið millum oyggjarnar spyr hann: -Vit hava havt eitt avmarkað samband við Hetland søguliga, sum so er dottið burturaftur. Tað, sum tí eisini var eitt sindur tankavekjandi við hesi vitjanini var stutta frástøðan millum oyggjarnarnar. Tað tekur ikki langa tíð at koma til Hetland, men logistikkurin er bara ikki til steðar.

Hvussu betra vit sambandið millum oyggjalondini

Tí haldi eg  man átti at dyrkað tað meira, annaðhvørt at vita, um vit høvdu rutur til Hetlands ella um tey høvdu møguleika t.d. at stovna eina flogrutu til Føroya, nakað, sum einaferð varð uppá tal við lokala flogfelagnum Logan Air.

Sjóvegis samband hevur so ikki verið uppi aftur at venda reint politiskt men um vinnan heldur tað er ein møguleiki so átti man kanska at hugt at tí, og tað var eisini ein av orsøkunum til at taka vinnuna við henda túrin. At fáa hana at vita, hvørjir møguleikar eru. Eg hevði vónað tað, tí tað er nærliggjandi at samstarva, tá vit eru tvey oyggjasamfeløg, sum eru ógvuliga eins  uppá nógvar mátar og sum hava somu avbjóðingar men eisini somu møguleikar.

Landsstýrismaðurin vísir á, at tey í Hetlandi eru sera áhugað í  at gera eina ferð henda vegin kanska longu í heyst. -Eg kann ímynda mær, at tað tey hava áhuga í at læra av okkum, er, hvussu vit hava útbygt stóran part av okkara infrakervi við undirsjóvartunlum.  Og eisini hvssusu vit hava betrað um okkara internet. Men eru tað uttan iva eisini  nógv onnur spennandi ting, vit kundu víst teimum.

Bjarni Petersen  fegnast um, at tey valdu loysnina at flúgva beinleiðis við tyrlu til Hetlands, tí hetta gjørdi ferðina meira einfalda og nógv lættari. Tað gjørdi eisini, at tað bar til at fáa nógv meira burtur úr í tí avmarkaðu tíð vitjanin vardi.

-Tyrluflutningurin vísti seg at vera eitt sera gott val. Túrurin vardi í góðan hálvan annan tíma í besta sólskinsveðri og við eini sera royndari tyrlumanning. Har alt gekk uppá stás.

[object Object]Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður og Andrea Manson, ovasti leiðarin í hetlendska Ráðnum, Shetland Island Council. 

Hetlendingar við til at menna Føroyar

Undan heimferðini vísti landsstýrismaðurin í  røðu síni í politisku háborginini í Lerwick til hetlendsku gestirnar við forkvinnuni Andreu Manson á odda, á, at føroyingar kenna seg nógv heima í Hetlandi. Náttúran og landslagið eru ikki tað ymisk men eisini mentanarliga kenna vit okkum aftur her. Bæði samfeløgini hava síðani Víkingaøld valt ymsar vegir – Føroyar sum part av danska kongaríkinum og harvið í høvuðstættum ávirkað av Evropa, meðan Hetland sum partur av Bretlandi hevur verið undir anglo-saksiskari ávirkan.

[object Object]Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaðurin heldur fráfaringarrøðu fyri forkvinnuni í hetlendska Ráðnum. 

Bjarni K. Petersen vísti á søguligu bondini millum oyggjarnar í forðum, tá føroyingar við fyrst Cristian Pløyen og seinni Dr. Jacobsen ferðaðust í grannaoyggjunum í hvør sínum ørindum. Pløjen kom heimaftur við nýggjum lærdómi frá hetlendingum um fiskiskap og Dr. Jacobsen við at niðurskriva lokala málið Norn, áðrenn tað fór í gloymibókina.

[object Object]Kendi hetlendski Føroyavinurin John Goodlad her saman við parti av føroyska ferðalagnum. 

Landsstýrismaðurin, sum hevði høvi at hitta kenda hetlendska rithøvudan og Føroyavinin John Goodlad undir vitjanini, nevndi eisini í røðu síni just tað stóra arbeiði Goodlad hevði gjørt fyri at kunna um ríku fiskivinnusøguna hjá bæði hetlendingum og føroyingum í bók síni : “The Salt Roads”, sum m.a. snýr seg um, hvussu hetlendingar góvu føroyingum íblástur til eina fiskvinnuframtíð,ið var við til at menna Føroyar til tað fiskivinnuídnaðarsamfelag tað er vorðið. Í dag standa grannaoyggjarnar báðar sum eitt gott dømi um tvey framstandandi fiskivinnusamfeløg.

[object Object]Landsstýrismaðurin, ið varar av Atlantic Airways her saman við nevndarformanninum ávegis heim til Føroya við tyrluni Ruth. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder