Innanlands

Hetta fáa fólkatingslimirnir í floksstuðli

Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin fáa báðir meira enn eina og eina hálva millión í stuðli

2019-04-04 15:46 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Í roknskapinum hjá føroysku fólkatingslimunum frá 2017, sum er tann síðsti roknskapurin, sum varð kunngjørdur, sæst at føroysku fólkatingslimirnir hava fingið 1,654 milliónir krónur í floksstuðli frá fólkatinginum. Tað er nakað meira enn flokkarnir fingu í 2016, tá teir fingu 1,415 milliónir krónur í stuðli. Stuðulin er tann sami, sum grønlendsku umboðini hava fingið í floksstuðli. 

Tað er ymiskt hvat pengarnir, sum Sjúrður Skaale og Magni Arge hava fingið, verða brúktir til. Men størsti parturin hjá báðum limum verður brúktur til lønarútreiðslur. Sjúrður Skaale 1.143 milliónir til lønarútreiðslur. Tað svaraði til 2,2 ársverk. 

Hóast Magni Arge brúkti eitt vet minni uppá lønarútreiðslur, 1,103 milliónir, svaraði tað til 2,7 ársverk hjá honum. 

Næst størsti útreiðsluposturin hjá báðum fólkatingslimunum var ferðaútreiðslur. Meðan Magni Arge brúkti 132 tús. til ferðaútreiðslur í 2017, brúkti Sjúrður Skaale 100 tús. uppá tann partin. 

Hvørki Magni Arge ella Sjúrður Skaale megnaðu at brúka allan floksstuðulin í 2017. Sjúrður Skaale hevði 499 tús. krónur í avlopi í 2016, tí hevði hann 2,153 milliónir til taks í 2017. Av teimum pengunum brúkti hann 1,5 millión og hevði tí 633 tús. í avlopi. 

Magni Arge hevði 53 tús. krónur í avlopi í 2016 og sostatt 1,7 milliónir til taks í 2017. Av teimum brúkti hann 1,6 milliónir og hevði sostatt eitt avlop á smáar 35 tús. krónur í avlopi í 2017. 

Floksstuðulin hevur verið á leið á sama støði í nøkur ár. Í roknskapinum hjá Edmundi Joensen og Sjúrður Skaale fyri 2014 sæst, at stuðulin var 1,4 milliónir krónur. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder