Innanlands

Hetta flakið eigur at fáa sersømdir

Saltfiskafløk av bankatoski er eitt tað besta brandið, vit eiga í Føroyum

2018-11-05 09:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyabanki eigur at verða friðaður og koma á ’World Heritage’-listan hjá Sameindu Tjóðum.

Tað heldur Johan Mortensen, sum er ein av undangongumonnunum innan føroysku matstovuvinnuna, sum blómar í løtuni.

Í sambandi við, at rættiliga slaka royndarveiðan eftir toski á Føroyabanka hjá havrannskókarskipinum Magnusi Heinason, nú verður saltað og gjørd klár at borðreiða á matstovunum í Havn í næstum, skrivar Johan Mortensen nakrar hugleiðingar um hesa vøruna, sum hevur verið føroyska álitið, tá talan er um fiskaútflutning, í meira enn eina øld.

Johan Mortensen heldur, at serlig skipan eigur at verða gjørd fyri komandi toskaveiðuna á Føroyabanka:

”Navnid ”FAROE BANK”, er kansla tað besta brandið vit hava havt, og tað livir enn. Okkara saltfiskaframleiðarar eiga at hava ein ávisan frammihjárætt til stóra toskin frá Bankanum, hann vil verða teimum ein góð hjálp í branding og marknaðarføring. Okkara matstovur skulu gagnnýta fiskin av Føroyabanka, og tað sum verður útflutt, skal verða brandað sum ein luxusvøra og kanska bert eini tveir útflytarir skulu kvalificerað seg at sleppa at selja hesar okkara gimsteinar”, skrivar Johan Mortensen. 

Les eisini: Baccalao, Barbara, Føroyabanki

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder