Uttanlands

Hevur biðið Macron um politiskt friðskjól

Í brævi til franska forsetan, hevur Paul Watson, sum hevur sitið fongslaður í Nuuk seinastu mánaðirnar orsakað av handtøkuboðum úr Japan, biðið um politiskt friðskjól

(Savnsmynd: Sermitsiaq)

(Savnsmynd: Sermitsiaq)

2024-10-16 19:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Umhvørvisaktivisturin Paul Watson hevur heitt á franska forsetan Emmanuel Macron um at geva sær politiskt friðskjól í Fraklandi.

Watson hevur sitið fongslaður í Grønlandi, síðan hann varð handtikin í Nuuk í juli, og har skal hann sita til í minsta lagi 23. oktober. 

Les eisini: Avgerð um at leingja fongslingina hjá Watson staðfest

Umbønin um friðskjól varð send Macron í einum brævi fyri nøkrum døgum síðani, sigur Lamya Essemlali, sum stendur á odda fyri umhvørvisfelagsskapinum Sea Shepherd France, sum Watson fyrr hevur verið partur av.

Tað var 2. oktober, at rætturin í Grønlandi avgjørdi at leingja fongslingina hjá Watson til 23. oktober. Avgerðin varð kærd til landsrættin, sum fyrradagin staðfesti avgerðina.

Danska løgmálaráðið skal taka støðu til, um Watson skal útflýggjast til Japan, sum ynskir at rættarsøkja hann fyri brotsverk framd í 2010.

Sambært Ritzau hevur Watson fingið loyvi at royna málið í Hægstarætti. Nær hetta verður, er enn ikki avgjørt.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder