Svenski kongurin, Carl Gustaf skilur og hevur stóra virðing fyri avgerðini hjá Margretu drotning um at leggja frá sær.
Tað upplýsir svenska kongshúsið sambært donskum miðlum.
Svenski kongurin varð eisini kunnaður um avgerðina, áðrenn drotningin greiddi frá henni í nýggjársrøðu sínari.
Les eisini: Drotningin varðveitir sítt heiti
– Øll kongafamiljan varð kunnað um, at Margreta drotning fer at leggja frá sær. Drotningin hevur persónliga tosað við og kunnað kongin um avgerð sína, sigur samskiftisstjóri hjá svenska hovinum.
Avgerðin hjá Margretu drotning hevur eisini elvt til kjak í bæði Noregi og Svøríki um, hvørt svenski Carl Gustaf kongur og norski Harald kongur eiga at gera tað sama.
Svenska kongshúsið hevur tó áður víst aftur, at Carl Gustaf kongur hevur ætlanir um at leggja frá sær.
Les eisini: Avgerðin kann fáa ávirkan á kongshúsini í Noregi og Svøríki
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald