Innanlands

Hevur tú eitt vespubýli uppi á loftinum?

Flest øll vespubýli eru at finna uppi á ovastalofti í sethúsum, har mann ikki gongur dagliga, sigur Skaðadjóratænastan

2018-10-30 19:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú nærkast tíðin, har jólapynt verður tikið niður av loftinum, og í hesum sambandi mælir Skaðasjóratænastan til, at fólk hyggja eftir, um okkurt vespubýli er á loftinum.

"Flest øll vespubýli eru at finna uppi á ovastalofti í sethúsum, har sum mann ikki gongur dagliga. Summi eru stór, summi eru smá, men felags fyri tey er, at tey eru til ampa," skrivar Skaðadjóratænastan á Facebook.

Torir man ikki at taka vespubýlið niður sjálvur, ber til at seta seg í samband við Skaðadjóratænastuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder