Innanlands

Hey og Nema verða løgd saman í eitt felag

P/F Tjaldur hevur keypt Hey. Sum partur av keypinum verða Hey og Nema, ið Tjaldur eisini eigur meirilutan í, løgd saman í eitt felag undir somu leiðslu í næstum

2018-11-01 18:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Telefelagið Hey fær nú føroyskar eigarar. Føroyskt felag hevur keypt meirlutan av telefelagnum og í sama umfari verða feløgini Hey og Nema løgd saman í eitt felag undir somu leiðslu. Nýggja samanlagda felagið skal leiða Føroyar inn í talgildu framtíðina.

P/F Tjaldur hevur gjørt avtalu um at keypa meirlutan av partapeninginum í Hey, og avbjóðarin á føroyska telemarknaðinum kemur sostatt aftur á føroyskar hendur.

Sum partur av keypinum verða Hey og Nema, ið Tjaldur eisini eigur meirilutan í, løgd saman í eitt felag undir somu leiðslu í næstum. Endamálið er at skapa ein sterkan og nýghugsandi føroyskan KT- og televeitara, ið skal gerast leiðandi á føroyska marknaðinum og við tíðini eisini bjóða seg fram uttan fyri Føroyar.

Júst í Túni, ið hevur verið stjóri á Nema síðan 2015, heldur fram sum stjóri í samanlagda felagnum.

- Tøknin mennist og tíðirnar skifta. Nema hevur eina langa søgu og tað er spennandi at kunna byrja ein nýggjan kapitul saman við Hey. Í nýggja samanlagda felagnum halda vit fram við at hava kundan í fokus og leggja okkum eftir framhaldandi at veita bestu loysnir og tænastur, sigur Júst í Túni Vang, stjóri í nýggja samanlagda felagnum.

Nýggju føroysku eigararnir hava heitt á Rúnar Reistrup um at gerast nevndarformaður fyri samanlagda felagið. Rúnar hevur verið nevndarlimur í Hey síðan 2013, og seinastu tvey árini hevur hann eisini røkt starvið sum stjóri í felagnum.

- Tað hevur verið eitt aðalmál fyri okkum, bæði nevnd og leiðslu í Hey, at fáa føroyskar eigarar inn í fyritøkuna, og tí eri eg sera fegin um at tað nú hevur eydnast at fáa meirilutan á føroyskar hendur. Ein fyritøka, ið hevur so stóran samfelagsligan týdning fyri Føroyar, sum Hey hevur, eigur eftir mínum tykki at vera væl grundfest í Føroyum. Samanleggingin við Nema verður er eitt stórt frambrot fyri føroyska KT- og telemarknaðin, sigur komandi nevndarformaðurin í nýggja samanlagda felagnum, Rúnar Reistrup.

Nýggja samanlagda fyritøkan fer at halda fram undir báðum virkisnøvnum. Nema navnið heldur fram at mynda KT-virksemið, og Hey verður framhaldandi vørumerkið fyri tele-tænastur.

Samanleggingin av Hey og Nema er treytað av at Kappingarráðið góðkennir ætlanina.

Um Hey
Hey varð stovnað í 2001 undir navninum Kall og hevur síðan gingið á odda at fremja kapping á føroyska telemarknaðinum. Síðan Hey kom á marknaðin eru prísirnir á samskifti nógv lækkaðir og Føroyar eru komnar í fremstu røð innan fjarskifti. Felagið hevur gingið á odda í tøkniligu menningini og var fyrsti veitarin í Føroyum at útbyggja 3G og 4G. Í løtuni er Hey í gongd við at útbyggja fyrsta føroyska 5G netið.

Um Nema
Nema varð stovnað í 2007 og hevur eina leiðandi støðu sum veitari av KT-útgerð, -tænastum, -skipanum, innbúgvi og skrivstovuútgerð til føroysku vinnuna, stovnar og kommunur. Nema er góðkendur Dell, HP, Apple, Canon, OKI og Microsoft og Canon partnari og hevur harumframt góðkent Dell, HP, Lenovo, Canon, OKI og Apple verkstað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder