2021-08-20 07:39

Tað var um níggju tíðina í gjárkvøldið varð boðað frá grind í Norðoyggjum. Eitt skip boðaði frá, men tað næsta tey á løgreglustøini í Havn frætta er, at grindin knappliga varð horvin.
Um hetta var grind ella ikki er óvist, men í øllum førum kemur tað javnan fyri at fólk halda seg síggja grind, men so kann tað vera ein íða ella líknandi.
Higartil í ár hava tíggju grindir lagt beinini í Føroyum, og fýra av teimum hava verið hildnar til í norðoyggjum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald