
Amerikanski forsetin, Donald Trump tikið trygdargóðkenningina frá Kamalu Harris og Hillary Clinton, boðaðu Hvítu Húsini frá í nátt.
Kamala Harris var varaforseti undir Joe Biden og forsetavalevni hjá demokratunum á seinasta vali í november í fjør.
Hillary Clinton er fyrverandi forsetafrúa, senatorur og uttanríkismálaráðharri, og forsetavalevni hjá demokratunum í 2016.
Onnur, sum hava mist sína trygdargóðkenning eru m.o. fyrrverandi republikanski kongresslimurin, Liz Cheney, fyrrverandi ráðgevar í Hvítu Húsunum Jake Sullivan og Fiona Hill, og fyrrverandi uttanríkismálaráðharrin Antony Blinken.
– Eg havi tikið avgerð um, at tað ikki longur tænir áhugamálunum hjá tjóðini, at hesir einstaklingar hava atgongd til loyniligar upplýsingar, sigur amerikanski forsetin í fráboðanini sambært Ritzau.
Í februar boðaði Trump frá, at undanmaður hansara, Joe Biden eisini fór at missa sína trygdargóðkenning.
Í USA er tað annars siðvenja, at fyrrverandi forsetar framvegis verða kunnaðir um trygdarviðurskifti, eftir at teir eru farnir úr Hvítu Húsunum. Men tá Biden tók við sum forseti í 2021, forðaði hann eisini Trump í hesum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald