placeholder
Innanlands

Hilmar Eliasen: - Kanna feilin, so skjótt sum Teistin er sleipaður til lands

Stjórin á SSL veit ikki enn at siga, hvør orsøkin er til, at Teistin liggur uttan framdrift

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-09-12 13:22 Author image
Oda Strøm
placeholder

Teistin steðgaði upp í Skopunarfirði fyrr í dag, og Rescue Lív og Brimil hava ligið hjá honum. Avgerð varð síðan tikin um at sleipa Teistan til lands, men stjórin í SSL, Hilmar Eliasen, veit ikki enn at siga, nær Teistin kemur til lands, ella hvør orsøkin til uppsteðgingina er. 

- Tað er sett fast á Teistan frá Brimli av, men vit hava ikki fingið endalig boð um, nær og hvussu hann verður sleipaður, og nær hann kemur til lands, so vit bíða eftir tí, sigur Hilmar Eliasen. 

- Men har er sum so ikki nakar vandi á ferð. Vit hava fólk sum fer umborð beinanvegin, tá ið Teistin kemur til kei, og so verður hugt eftir, hvat orsøkin til hetta er, sigur stjórin á SSL.

35 fólk eru umborð á Teistanum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder