Løgreglan ávarar um umfatandi oljudálking á vegunum í Havn.
Løgreglan hevur fingið fráboðanir um olju á Jóannesar Paturssonargøtu, Villingardalsvegnum, Grønlandsvegnum og Ringvegnum, men tað er møguligt, at olja eisini er aðrastaðni.
Heit verður á bilførarar Um at vísa størsta varsemi, tí tað er rættiliga hált.
Arbeitt verður við at vaska vegirnar, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at løgreglan enn ikki veit, hvaðani oljan stavar.
Dagføring kl. 19.31: Løgreglan boðar frá, at vegastrekkini eru reinsað
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald