Í kinesiska stórbýnum Hangzhou skulu øll uttanduraljós, sum ikki verður mett at vera alneyðug, sløkkjast.
Orsøkin til tað er ein hitabylgja, sum hevur rakt landið og sum hevur lagt stórt trýst á elnetið í millum annað Hangzhou orsakað av stórum eftirpsurningi eftir streymi til m.a. luftskiftisskipanir - aircondition.
Juli 2024 varð tann heitasti mánaðurin, sum nakrantíð er skrásettur í Kina, og eisini í august hevur býurin verið raktur av ógvusligum hita, sum er farin uppum 40 stig.
Sambært veðurfrøðingum kann væntast, at hitabylgjan heldur fram til 11. august.
Hangzhou er høvuðsstaður í kinesiska landslutinum Zheijang, og býurin hevur umleið 12,5 milliónir íbúgvar.
Les eisini: Juli heitasti mánaður í Kina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald